Dimmalætting skrivar í dag, at 21 ára gamli Ben Malson, sum er sáttmálabundin at enska Plymouth Argyle, skal royndarvenja við B36. Malson, sum er 21 ára gamal, er áleypari, og í fyrsta umfari skal hann royndarvenja við B36 í eina viku. Tað er Hans Jacob á Líknargøtu, sum stóð royndina sum spælaraumboðsmaður í vár, ið stendur fyri sambandinum millum B36 og Plymouth.










