Breti leyslatin í Nigeria

Ein bretskur borgari, sum varð tikin til gísla av flogvøllinum í Lagos í Nigeria í farnu viku, er nú leyslatin, segði bretska umboðsstovan í gjár.

Vápnaðir menn tóku ónevnda mannin 16. juli. Tey løgdu á akfarið á veg frá uttanríkisfarstøðini, sigur ein kelda hjá trygdarherliðnum í Nigeria við tíðindastovuna Reuters. Nigerianski bilførarin varð skotin í hondina.

Í fleiri ár hava vápnað harkalið í landsynningspartinum av Nigeria tikið útlendingar og roynt at fingið loysigjald fyri teir. Men óvanligt er, at tað hendir í høvuðsstaðnum Lagos, har meginparturin av útlendingunum býr, skrivar The Telegraph.

Í norðara parti av Nigeria, har islamskir bólkar herja, vórðu sjey útlendskir gíslar dripnir í mars í ár.

Myndin: Ónavngivni brein varð tikin, tá akfar hansara koyrdi frá uttanríkisfarstøðini í høvuðsstaðnum Lagos (foto: AP)