Skotski venjarin hjá Manchester Untited, Sir Alex Ferguson, heldur, at tey fýra ensku liðini í Champions League hava góðan møguleika at vinna kappingina í ár.
- Eg ivist ikki í, at Premier League-feløgini verða við til tað síðsta í kappingini. Ensku feløgini betra seg allatíðina, og tí kann eitt av ensku feløgunum saktans vinna, sigur Sir Alex Ferguson.Umframt hansara egna felag, eru eisini Chelsea, Arseanal og Liverpool við í Champions League í ár. Bólkaspælið byrjar týskvøldið.