Útflutningur
Ein grund til, at so nógv heil hýsa fer av landinum, kann heilt einfalt vera, at bretar vilja skaffa egnum fólki arbeiði. Teir vilja ikki gjalda arbeiðsløn i Føroyum, metir Petur Mohr, virkisleiðari á Norðís.
Hann heldur, at í ringasta føri kunnu øktir útflutningsmøguleikar hjá føroyingum eisini enda við, at enn meira av heilum fiski fer av landinum. Men hinvegin gevur tað sjálvandi eisini heilt stórar møguleikar fyri at selja fesk fløk.
?Men tað velst so um, um vit sleppa at selja tey, sum hann tekur til.
Við tí sipar hann til, at tað er lættari hjá einum, sum bara hevur í huga at selja heilan fisk, at sleppa inn á marknaðin í eitt nú Bretlandi. Tað kann klárast við einum telefaksi, har so og so stór nøgd verður boðin fram. Øðrvísi er, tá fiskurin fyrst skal keypast, síðan arbeiðast og at enda seljast, vísir virkisleiðarin á Norðís á.
Hann sigur, at tað er ikki bara í Bretlandi, at hendan støðan er. Tað sama ger seg galdandi fyri eitt nú svartkalva, sum seldur verður heilur til Fraklands.
Ringt at skifta
Petur Mohr er ikki í iva um, at tað optimala fyri føroyska fiskivinnu hevði verið, um vit kundu skorið fiskin í Føroyum og selt fesk fløk regluliga á útlendska marknaðinum.
Nú betraðir útflutningsmøguleikar gevast, skuldi tað verið so líkatil at roynt tað, heldur hann, men ivast samstundis í, um tað nú er heilt realistiskt.
Petur Mohr heldur ikki, at tað kann liggja sum grund, at føroyingar eru ov trekir at laga seg eftir marknaðinum, sum er í løtuni, soleiðis at skilja, at vit skulu leggja framleiðsluna um, alt eftir hvat heimsmarknaðurin krevur.
?Tað hevði sjálvandi verið best, um vit bara kundu selt fesk fløk, tá marknaður er fyri tí, men so verður tað hinvegin ringt at koma aftur til ta framleiðslu, vit higartil hava havt, eitt nú fryst og roykt fløk. Tí tú fært trupult við at greiða keyparanum frá, at nú passar tað tær hesa vikuna at selja teimum eitt, og næstu viku eitt annað. Marknaðurin er meira bundin enn so. Ert tú farin frá eini framleiðslu, finnur keyparin bara ein annan, sum heldur seg til at lata vøruna regluliga, vísir hann á.
Tíðin
Útflutningur av feskum flaki hevur eisini aðrar avmarkingar, vísir virkisleiðarin á Norðís á. Eitt nú, hvusu long tíð gongur, frá tí flakið er skorið, til tað er etið.
?Tað er nevniliga so, sigur Petur Mohr, at tað ganga altíð einir fýra dagar, frá tí flakið er skorið, til tað er komið til brúkaran. Tað vil siga á europeiska døgurðaborðið. Og tað gerst ikki feskari hesa tíðina.
Vit síggja, tá vit skera fiskin inni á virkinum, hvørjum standi hann er í, og kunnu tá gera av, um vit vilja frysta flakið, ella selja tað feskt. Men tað krevur sjálvandi, at vit hava marknað fyri báðum. Tí kunnu vit ikki bara fara at avskriva frystu vøruna soleiðis, heldur hann.