Hevði fólkaatkvøða verið í Bretlandi í dag um limaskap í ES, hevði meirilutin atkvøtt fyri at taka landið burtur úr samveldinum. Tað vísir ein meiningakanning, sum blaðið Observer hevur gjørt.
Í kanningini siga 56 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu heilt vist ella helst atkvøtt fyri at fara burtur úr ES, og 30 prosent høvdu atkvøtt fyri framhaldandi limaskapi. 14 prosent vita ikki, hvat tey høvdu atkvøtt.
Blaðið hevur eisini kannað, hvussu væl umtóktir teir einstøku flokkarnir eru. Kanningin gevur arbeiðaraflokkinum 39 prosent, konservativa flokkinum 32 prosent og teimum liberalu átta prosent. Spurd, hvat tey halda um floksformenninar, siga 48 prosent, at tey eru nøgd við David Cameron, 27 prosent halda meiri av Ed Miliband, og 15 prosent eru nøgd við Nick Glegg.