Bretar vilja ikki lata evruhjálp

Bretski fíggjarmálaráðharrin, George Osborne, hevur staðfest eina avgerð hjá stjórnini um, at Bretland fer ikki at lata einum serligum kreppugrunni hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum 25 milliardir pund, sum ætlan var. Grunnurin skal hjálpa evrulondunum, sum eru í neyð.

Ætlanin var, at ES-londini skuldu koyra 200 milliardir pund í grunnin. Av hesum skuldu evrulondini lata 150 milliardir. Hini londini skuldu so lata tær seinastu 50 milliardirnar, og av tí skuldi Bretland lata helmingin.

Men blaðið The Guardian skrivar, at bretska stjórnin fer ikki at lata peningin.