Fyrst í mánaðinum kunngjørdi amerikanska stjórnin, at seks av teimum næstan 600 fangunum, sum sita í fangaleguni á herstøðini Guantanamo á Kuba, koma fyri ein hernaðardómstól í næstum. Stutt eftir frættist, at tveir av teimum seks eru bretskir ríkisborgarar, og tað hevur elvt til dúgligt kjak í Bretlandi.
Meiri enn 200 limir í Parlamentinum, teir flestu úr Labour-flokkinum hjá Tony Blair, forsætisráðharra, hava kravt, at USA skal útflýggja allar teir fangarnar í Guantanamo, sum eru bretskir ríkisborgarar. Politikararnir siga, at fangarnir, sum koma fyri ein hernaðardómstól, fáa ikki eina rættvísa viðferð.
Ein av bretsku ríkisborgarunum, sum er fangi í Guantanamo, er tann 23 ára gamli Fenoz Abbasi. Hann er føddur í Uganda, men flutti til Bretlands sum átta ára gamal. Í desember í 2000 fór hann til Afghanistan, har amerikanararnir seinni tóku hann og fluttu hann til Guantanamo.
Ein annar er tann 35 ára gamli Moazzam Begg. Hann hevur búð í Birmingham og fór til Afghanistan í 2001. Í januar í fjør varð hann tikin í Pakistan. Hann hevur konu og fimm børn í Onglandi.
Tað eru Abbas og Begg, sum amerikanarar nú ætla at draga fyri ein hernaðardómstól saman við einum avstralskum ríkisborgara og trimum øðrum fangum. Teir eru skuldsettir fyri at hava havt samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda.
Nú vilja bretsku politikararnir hava Blair at krevja bretsku ríkisborgararnar útflýggjaðar, men Blair hevur tann trupulleika, at hann kann ikki veita amerikanarum vissu fyri, at menninir koma fyri rættin í Bretlandi. Bretskir fjølmiðlar hava seinastu dagarnar víst á, at stjórnin kann ikki áleggja ákæruvaldinum at draga menninar fyri rættin. Harafturat er tað minni enn so vist, at upplýsingar hjá amerikansku fregnartænastuni eru nóg mikið til at reisa sak ímóti monnunum, skriva bløðini.