Ósemja um lønina hjá teimum, sum arbeiða á innanríkisrutunum hjá bretska flogfelagnum British Airways, hevur fingið starvsfólkini at boða frá verkfallið um vikuskiftið.
Fakfeløgini og leiðslan í British Airways hava leingið tingast um sáttmálaviðurskiftini, uttan at nakað er komið burturúr. Mánadagin boðaðu starvsfólkini frá, at tey fara at leggja arbeiðið niður í 24 tímar tann 27. august. Tað fekk leiðsluna í flogfelagnum at koma við einum nýggjum tilboði um at bøta um sáttmálan, men starvsfólkini eru als ikki nøgd.
Í gjár boðaðu fakfeløgini frá, at tey, sum taka ímóti ferðafólki, fara í verkfall um vikuskiftið, og tað sama verður við teimum, sum taka sær av viðførinum hjá ferðafólkunum. Tað fer at raka allar tær stóru floghavnirnar, og bretsku loftferðslumyndugleikarnir stúra fyri rættiligum ruðuleika í loftferðsluni um vikuskiftið.









