Bretar á veg úr Irak

Bretska stjórnin ætlar, at teir seinastu bretsku hermenninir skulu fara úr Irak í juni næsta ár Bretska stjórnin er í ferð við at fyrireikingarnart til at taka teir 4.100 bretsku hermenninar úr Irak, og fleiri bretskir fjølmiðlar siga í dag, at afturtøkan verður liðug um eitt hálvt ár.

Ein kelda í verjumálaráðnum sigur fyri blaðnum The Guardian, at afturtøkan byrjar í mars, og at teir seinastu hermenninir fara úr Irak í juni. Kringvarpið BBC sigur seg hava fingið somu upplýsingar.

Bretski herurin hevur eftirlit við býnum Basra har suðuri í Irak, og sambært The Guardian skulu amerikanskir hermenn yvirtaka eftirlitið, tá bretarnir fara til hús.

Bretskir hernaðarfrøðingar siga, at afturtøkan úr Irak fer helst at hava við sær, at Bretland fer at senda fleiri hermenn til Afghanistan.