Bretar vænta yvirgangsatsókn

Myndugleikarnir í Bretlandi halda, at ein yvirgangsatsókn ímóti landinum verður fyrireikað og kann koma um stutta tíð

Bretsku myndugleikarnir siga, at vandin fyri, at yvirgangsfelagsskapir fáa fatur á evnafrøðiligum, lívfrøðiligum ella kjarnorkuvápnum veksur saman við teirri tøkniligu menningini. Í gjár ávaraði Jacqui Smith, innanríkisráðhari, bretar.

-Vit vita, at støðan er álvarssom. Vit vita, at ein atsókn kann vera á veg, og at vit fáa onga fráboðan, áðrenn hon kemur, segði ráðharrin sambært CNN.

Hon segði, at bretska løgeglan hevur avdúkað og forðað meiri enn tólv ætlaðum yvirgangsatsóknum teir seinastu mánaðirnar, og hon vissaði bretska almenningin um, at løgreglan er vakin og heldur fram við sínum arbeiði.