Tað eru ikki bara George W. Bush, forseti, og stjórn hansara, sum hava ilt við at sannføra sítt fólk um, at teir tosaðu satt, tá teir søgdu, at irakski einaræðisharrin, Saddam Hussein, hevði nógv hópoyðingarvápn, og at USA tí ikki hevði annað í at velja enn at fara í kríggj við Irak.
Í Bretlandi hevur Tony Blair, forsætisráðharri, somu trupulleikar. Ein meiningakanning um vikuskiftið vísti, at bara 51 prosent av bretunum halda, at Blair segði satt um hópoyðingarvápnini hjá Sad-dam Hussein. Í einari tilsvarandi kanning í februar høvdu 71 prosent álit á tí, sum forsætisráðharrin segði um hetta.
Samstundis vísir hendan sama kanningin, at bara 48 prosent halda, at USA og Bretland lupu á Irak fyri at avvápna landið. Hinvegin halda 70 prosent, at tað einasta endamálið var at koyra Saddam Hussein frá, men 55 prosent halda, at Blair fór í kríggj fyri at varðveita tað góða sambandið við USA.
Men Blair letur seg ikki ávirka. Sunnudagin segði hann við fleiri bløð, at hann er framvegis líka sannførdur um, at Irak hevði hópoyðingarvápn, og at prógvini verða funnin.