Bretsku myndugleikarnir eru nú til reiðar at samráðast við íslendingar um teir seinastu lutirnar í avtaluni um tað, sum bretar mistu, tá Icesave-bankin fór av knóranum. Tað sigur ein bretskur talsmaður við íslendska ríkisútvarpið.
Bretski talsmaðurin leggur afturat, at Bretland tekur undir við, at Ísland fær limaskap í ES, og bretska stjórnin er fegin um, at samráðingarnar um limaskap kunnu byrja nú.
Talsmaðurin ivast ikki í, at bretar og íslendingar kunnu semjast um eina avtalu um Icesave-skuldina, samstundis sum íslendingar tingast við ES um limaskap.










