Bretar vilja heldur goyma sín sparipening í bankum, sum bretar eiga, enn í útlendskum bankum, sum hava deildir í Bretlandi. Eisini sjálvt um teir skuldu fingið meiri rentu í teimum útlendsku bankunum.
48 prosent av teimum spurdu siga, at tey eru varin við at seta sínar pengar í útlendskar bankar, og 25 prosent siga, at tað kemur ikki upp á tal.
44 prosent siga, at tey eru ikki heilt vís í, hvussu tryggir teir bretsku bankarnir í veruleikanum eru.