Bretar skulu úr Afghanistan

Ein stórur meiriluti av bretska fólkinum vilja hava stjórnina at taka teir bretsku hermenninar úr Afghanistan. Í einari meiningakanning, sum blaðið The Independent kunngjørdi í gjár, svaraðu 71 prosent av teimum spurdu, at hermenninir skulu takast heim eftir einum ári ella so.

Bara 22 prosent halda, at Bretland skal framhaldandi hava hermenn í Afghanistan.

Í løtuni eru 9.000 bretskir hermenn í Afghanistan, og Gordon Brown, forsætisráðharri, hevur sagt, at stjórnin ætlar at senda 500 hermenn hagar afturat.