Bretar skulu ikki vænta at fáa búskaparliga hjálp frá ES, eftir at Bretland sýtti fyri at lata pening í hjálparpakkan, sum ES-fíggjarmálaráðharrarnir hava samtykt at stovna. Ta áskoðan hevur í hvussu er stjórin í franska fíggjareftirlitinum, Jean-Pierre Jouyet. Hansara greiða hugsan er, at koma bretar í búskaparliga neyð, mugu teir klára seg sjálvar.
Jouyet sigur við útvarpsstøðina Europe 1, at hann er sera vónsvikin av bretska fíggjarmálaráðharranum, Alistair Dariling, sum sýtti fyri at lata bretskar pengar í hjálparpakkan.
-Evropasamveldið er í trimum. Vit hava evrulondini, vit hava ES-londini, sum ikki eru við í evrusamstarvinum, og so hava vit bretar, sigur Joynet við útvarpsstøðina.