Bretar sent islamist til Jordan

Víðgongdi islamisturin, Abu Qatada, varð í gjár endiliga útvístur úr Bretlandi til Jordan, eftir at tað í áravís er eydnast honum at útseta útvísingina við kærum, rættarmálum og løgfrøðiligum snildum.

Abu Qatada, sum er at rokna sum muslimskur prestur, er eisini blivin umrøddur sum høgra hond hjá Osama bin Laden, og hann hevur sitið fongslaður síðsta hálvtáttanda árið.

Meðan hann hevur búð í London, hevur hann hildið hópin av eldhugaðum røðum og prædikum, ið eggja til yvirgang, og hann er fleiri ferðir handtikin við støði í bretsku yvirgangslógunum.

Qatada søkti um og fekk friðskjól í Bretlandi í 1993, men í 1998 bleiv hann, hóast hann ikki var til staðar í rættinum, dømdur fyri at hava verið uppi í einum yvirgangsálopi í Jordan.

Bretskir myndugleikar hava í áravís roynt at víst Abu Qatada av landinum, men hann hevur stríðst fyri sakini í fleiri dómstólum, men nú var ikki meira hjá honum at koma eftir.