Tað nýggjasta herskipið í bretska herflotanum er nú á veg til Persaflógvan. Skipið, HMS Daring, hevur útgerð, sum ger, at tað ikki sæst á radaraskíggja.
Bretar leggja dent á, at avgerðin at senda skipið til Persaflógvan bleiv tikin fyri meiri enn einum ári síðani, og hon hevur tí einki við tann økta spenningin millum Iran og USA at gera.
Iranar hava hótt við at steingja Hormuz-sundið, um Vesturheimurin setir fleiri tiltøk í verk ímóti teimum.