Meiningakanningar í Bretlandi og í USA vísa, at tað er so sum so við stríðshuganum, tá tað snýr seg um eitt møguligt kríggj við Irak.
Í USA vísa kanningarnar, at tveir triðingar av teimum spurdu eru ímóti kríggi við Irak, men at 83 prosent taka undir við einum álopi á landið, um ST samtykkir tað. Samstundis vísir sama kanning, at helmingurin av amerikanska fólkinum metir framvegis al-Qaeda sum eina hóttan ímóti USA, men at bara fjórði hvør heldur Irak vera eina hóttan.
Í Bretlandi er mótstøðan ímóti krígsætlanunum uppaftur týðiligari. Har siga 58 prosent beinleiðis nei til eitt kríggj. 53 prosent siga, at tey kunnu taka undir við at leypa á, um ST samtykkir tað, men bert 13 prosent siga, at Bretland eigur at fara í kríggj við USA, sjálvt um ST ikki samtykkir tað.
Kanningin í Bretlandi vísir eisini, at triði hvør breti heldur, at tann veruliga ætlanin hjá amerikansku stjórnini er at fáa ræðið á iraksku oljuni, og bara 21 prosent halda, at tað eru tey iraksku vápnini, sum eru tann veruliga orsøkin til, at USA hóttir við álopi.