Bretar minnast Falklandskríggið

Ein stór framsýning skal minna bretar á sigurin á argentinum fyri 25 árum síðani.

649 argentinar og 258 bretar fullu í tí 72 dagar langa krígnum fyri 25 árum síðani millum Bretland og Argentina um ræðið á Falklandsoyggjunum.

 

Í gjár lat krígssavnið Imperial War Museum í London upp eina framsýning til minnis um kríggið, og hóskandi var tað forsætisráðharrin fyri 25 árum síðani, Margareth Thatcher, sum setti framsýningina.

 

Framsýningin, sum verður opin teir næstu níggju mánaðarnar, er serliga ognað teimum, sum á ein ella annan hátt høvdu beinleiðis samband við kríggið, fyrst og fremst teimum bretsku hermonnunum.

 

Kríggið um ræðið á teimum fjarskotnu oyggjunum kostaði bretska ríkiskassanum hálva triðju mia. pund. Argeninar hava ongantíð sagt, hvat tað kostaði teimum at herseta oyggjarnar. Kríggið endaði formliga tann 14. juli í 1982.