Bretar mótmæla kreppupakka

Fólk í túsundatali vóru í dag í miðbýnum í London og mótmæltu einum kreppupakka hjá David Cameron, forsætisráðharra og stjórn hansara. Tað vóru fakfeløg hjá almennum starvsfólki, sum skipaðu fyri, at tíðindastovurnar skriva, at millum 100.000 og 300.000 fólk hava verið við í mótmælunum. Tey mótmælandi eru sera misnøgd við skerjingar og uppsagnir innan tað almenna.

Síðani tann borgarliga stjórnin hjá David Cameron kom til valdið í mai í fjør, hevur hon samtykt sparingar innan tað almenna fyri knappar 700 milliardir krónur yvir eitt fimm ára skeið fyri at skerja tað stóra hallið í tí almenna húsarhaldinum.

Stjórnin sigur, at tað er politikkurin hjá undanfarnu Labour-stjórnini, sum ger, at tað er neyðugt við so stórum sparingum nú, og stjórnin hevur sagt, at mótmælini í dag fáa onga ávirkan á ta fíggjarpolitisku kósina, sum er sett.