Bretska stjórnin hevur givið boð um, at tann iranska sendistovan í London skal skal lata aftur, og at teir iransku diplomatarnir skulu fara úr Bretlandi alt fyri eitt. Tað sigur William Hague, uttanríkisráðharri.
Hann sigur, at avgerðin er ein avleiðing av, at mótmælisfólk luupu á bretsku sendistovuna í Teheran í gjár. Uttanríkisráðharrin leggur afturat, at iranska stýrið gjørdi einki fyri at forða álopinum, men tók harafturímóti undir við tí.
Samstundis hevur bretska stjórnin stongt sína sendistovu í Teheran, og alt starvsfólkið hevur fingið boð um at koma heim.