Bretar kannar frágreiðing hjá Breivik

Undir avhoyringum hevur norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik sagt løgregluni, at hann er við í einum altjóða yvirgangskervi, sum eitur The Knights Templar. Tað skrivar norska blaðið VG. Sambært blaðnum er talan um ein kristnan hernaðarligan felagsskap, sum hevur sum mál at bjarga Vesturheiminum undan islamskari kúgan.

Frásøgnin hjá Anders Behring Breivik hevur fingið bretska Scotland Yard at hyggja nærri at málinum. Tí undir avhoyringunum hevur hópdrápsmaðurin eisini sagt, at hann var á fundi við sjey fólk í London í apríl í 2002, og at hann á hesum fundi varð biðin um at koma upp í The Knights Templar. Bretska blaðið The Telegraph skrivar, at Scotland Yard er farið at kanna, hvørji hinu sjey, sum vóru á fundinum, eru.

Í sínum yvirgangsmanifesti skrivar Breivik, at hann var á tveimum øðrum fundum við sama bólk, og at teir báðir fundinum vóru á Balkan. Sambært Breivik eru millum 15 og 80 riddarar í The Knights Templar umframt teir vanligu limirnar. Hvussu mangir teir eru, nevnir hann ikki.