Undan krígnum við Irak vildi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, vera við, at Irak hevði hópoyðingarvápn, og at landið var ein hóttan ímóti heimsfriðinum. Tí var neyðugt at leypa á.
Men hvat visti bretska stjórnin í veruleikanum? Tað hevur ein nevnd kannað, og um stutta tíð fer hon at almannakunngera frágreiðingina. Blaðið Sunday Times skrivaði fyrradagin, at nakrir av teimum leiðandi monnunum innan bretska njósning fáa av at vita í frágreiðingini. Eitt nú skal nevndin vera komin til ta niðurstøðu, at formaðurin í fregnartænastunevndini hjá Undirhúsinum, John Scarlett, visti nógv meiri, enn hann segði seg vita. Ovastin í fregnartænastuni MI6, Richard Dearlove, sleppur heldur ikki snikkaleysur, skrivar Sunday Times.
Ein kelda í stjórnarumsitingini sigur við blaðið, at kanningarnevndin fer at koma til ta niðurstøðu, at upplýsingarnar frá fregnartænastuni vóru skeivar, og at eftirlitið, sum skal avdúka møgulig mistøk, virkaði ikki.










