Bretar í øðini um myndir

Nógvir bretar eru bæði skelkaðir og óðir, tí amerikanska sjónvarpið CBS hevur víst nærmyndir av Dianu prinsessu beint eftir bilvanlukkuna í París, sum løtu seinni kostaði henni lívið.

Myndirnar vóru umleið 15 sekund á skíggjanum, og tær vóru partur av einari sending um tað, sum hendi í París tann 31. august í 1997. Í høvuðsheitum bygdi sendingin annar á ta kanningina, sum franska løgreglan gjørdi aftan á vanlukkuna.

Á myndunum, sum sokallaðir paparazzi-myndamenn tóku, sæst týðiliga, at tað er Diana prinsessa, sum liggur í bilinum, og myndirnar hava fingið øði í bretar. Sjálvt forsætisráðharrin, Tony Blair, heldur, at CBS fór alt ov langt, og tað sama siga tey avvarandi hjá prinsessuni. Bretsku sjónvarpsstøðirnar hava eisini boðað frá, at tær fara ikki at vísa myndirnar úr amerikonsku sendingini.