Verjumálaráðið í London hevur longu sett fólk at kanna myndirnar, sum blaðið News of the World prentaði sunnudagin, og Tony Blair, forsætisráðharri, hevur lovað, at teir seku hermenninir verða revsaðir.
Myndirnar eru ótespiligar. Tær vísa bretskar hermenn taka fýra ungar irakar við sær inn á økið hjá bretska herinum tætt við býin Basra í Suðurirak. So leggja hermenninir á teir ungu irakarnar, sum verða slidnir, sparkaðir og tveittir aftur og fram. Ein av hermonnunum tekur alt upp á sjónband og eggjar feløgum sínum til at geva irakunum ein umgang.
-Ja, nú skulu tit fáa tað. Tit hava verið óskikkiligir dreingir, rópar hermaðurin við filmstólinum. Sjálvur sigur hann við News of the World, at hann tók hendingina upp á sjónband til stuttleika.
BBC hevur eisini víst nakrar av myndunum, og har siga tey, at tilburðurin vardi umleið ein minutt, og at teir ungu irakarnir vórðu slignir 42 ferðir hesa løtuna.
News of the World vil ikki siga, hvaðani blaðið hevur fingið upptøkuna, men blaðið hevur fingið at vita, at myndirnar eru tiknar í 2004. Blaðíð hevur víst fleiri heryvirmonnum myndirnar, og teir hava váttað, at tær eru veruligar. Tað eru kortini tey, sum ivast, tí tá blaðið Daily Mirror kunngjørdi líknandi myndir fyri tveimum árum síðani, vísti tað seg, at tær vóru falsaðar.
Men leiðslan í News of the World sigur, at hon hevur kannað málið so gjølla, at hon er ikki í iva um, at hesar myndirnar eru veruligar. Stuart Kuttner, blaðstjóri, sigur, at blaðið hevur eisini fingið at vita, at bretskir hermenn í Evropa hava stuttleikað sær við myndunum leingi.
Í fjør vórðu tríggir bretskir hermenn dømdir í fongsul fyri at hava bukað fangar í einari fangalegu í Irak.
Í løtuni eru 8.000 bretskir hermenn í Irak, og síðani kríggið har byrjaði, hava 80.000 bretskir hermenn gjørt tænastu í Irak.









