Bretar hava eitt rundkoyringar-fjepparafelag

Rundkoyringar hava meir enn 100 ár á baki í Bretlandi, og har eru tær høgt í metum Tann fyrsta rundkoyringin í Bretlandi var gjørd longu í 1909, og var hon gjørd í Letchworth Garden City í Hertfordshire. Hesi farnu 101 árini eru rundkoyringarnar vorðnar mangar í tali, og í Bretlandi finnast tað fólk, sum veruliga av øllum hjarta ganga høgt uppí rundkoyringar.

Felagsskapurin fyri teir bretsku rundkoyrings-fjepparararnar eitur ?The UK Roundabout Appreciation Society?. Forseti í felagsskapinum er tann 57 ára gamli Kevin Beresford.

Um rundkoyringar sigur Kevin Beresford: - Tað finnist einki meira expressionistiskt, enn ein rundkoyring. Ein rundkoyring er ein paradísoyggj í einum asfalthavi, slær Kevin Beresford fast.

Síðani 2003 hevur Kevin Beresford ferðast víða fyri at síggja rundkoyringar í Bretlandi, og rundkoyringar kring heimin.

Kevin Beresford hevur eisini gjørt ein álmanakka við myndum av rundkoyringum, sum hevur verið sera væl móttikin. Hvønn dag fær Kevin teldupostar frá øðrum rundkoyringar-fjepparum, sum senda honum eina mynd av teirra yndis-rundkoyring.

Nú droymir Kevin Beresford um at sleppa at vitja í New Zealandi. Ì New Zealandi finst ein risastór rundkoyring, við einum cricketvølli. Einki frættist um ferðslan steðgar upp, tí fólk vilja hyggja eftir cricket har.

Enn er Kevin Beresford ikki sæddur við húkin í rundkoyringini í Klaksvík, men skal hann sleppa at síggja hesa serligu føroysku rundkoyringina, so má onkur bera skjótt at, tí líkt er til, at tað seinasta høvið at síggja ?The round about with the hook? er skjótt farið.