Bretar góðan fong í Føroyum

Nú um dagarnar vitjaðu tveir høgtstandandi embætismenn úr Downing Street í London í Føroyum. Teir hittu umboð fyri føroyska fiskivinnu og var endamálið við ferðini at kunna seg um føroysku fiskivinnuna.

Fiskivinna



Eftir fundirnar hittu vit annan av bretsku embætismonnunum, Mark Holden. Hann sigur, at teir fingu nógv burtur úr vitjanini.

-Vit royna at skapa eina framtíðar fiskivinnu, sum er burðardygg. Og tí hava vit gjørt av at vitja tær stóru fiskivinnutjóðirnar í heiminum fyri at vita, hvat vit kunnu læra. Fyrsti túrurin er til Føroyar og Ísland, og fara vit seinni at vitja lond sum Noreg, USA, Kanada oo.

Mark Holden sigur, at dagarnir í Føroyum hava verið sera gevandi.

-Vit hava tosað við nógv týðandi og vitandi fólk og hesa vitan fara vit at taka við okkum til Bretlands, tá vit skulu til at gera eina endaliga frágreiðing.