Árni Joensen:
Myndugleikarnir í London royndu í gjár at sissa fólk við at siga, at fyrireikingarnar eru ikki settar í verk, tí vandin fyri einum biologiskum álopi er størri nú, enn hann hevur verið í seinastuni.
-Vit noyðast at fyrireika okkum til øll hugsandi álop, segði ein talskvinna hjá heilsumálaráðnum og legði afturat, at í fyrsta umfari er ætlanin at koppseta starvsfólk í heilsuverkinum, so tey kunnu viðgera onnur, skuldi eitt tílíkt álop komið.
Sir Liam Donaldson, sum er stjóri í bretska heilsuverkinum, segði við BBC í gjár, at myndugleikarnir hava lagt umfatandi ætlanir fyri at verja fólkið ímóti einum møguligum biologiskum álopi. Hann váttaði, at myndugleikarnir eisini hava umhugsað at koppseta allar bretar.
Alment vórðu kopparnir útruddaðir í 1980, men nakað av koppavirus, sum er lívshættisligt og smittar sera illa, varð goymt á amerikanskum og russiskum rannsóknarstovum. Serfrøðingar bera ótta fyri, at onnur lond kunnu hava fingið fatur á hesum virusi og hava gjørt biologisk vápn burtur úr tí.