Roknað verður við, at beretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, longu í ár fer at minka so líðandi um nýtslu av Huawei-tøkni í landsins 5G neti.
Tað skrivar blaðið The Daily Telegraph sambært tíðindastovuni Reuters.
Embætisfólk skuldu soleiðis verið í ferð við at gjørt ætlanir fyri at steðga nýtsluni av útgerð frá kinesisa tøkni-risanum innan næstu seks mánaðirnar.
Harumframt skal ferð setast á tilgongdina við at beina burtur Huawei-lutir, sum longu eru í nýtslu.
Tað er millum annað fregnartænastan GCHQ, sum hevur verið við til at skapt nýggja óttan fyri, hvussu trygt tað er at brúka Huawei-lutir í netinum.
Cybertrygdarmiðstøðin hjá GCHQ kemur til ta niðurstøðu í eini frágreiðing, at nýggj amerikonsk tiltøk kunnu skapa trupulleikar.
Tey tvinga kinesiska virkið til at brúka tøkni frá framleiaðrum, sum bretar í løtuni ikki hava álit á, skrivar The Daily Telegraph.
Roknað verður við, at Boris Johnson fær frágreiðingina hesa vikuna.
Ein talsmaður fyri forsætisráðharran segði fyrr í vikuni, at embætismenn skjótt fara at gera lidna eina greining um ábendingarnar av teimum seinastu tiltøkunum frá USA. Tað skrivar Reuters.
Tiltøkini hava sum endamál at forða Huawei atgongd til amerikanskar veitarar av mikrochipsi.
Danska stjórnin segði í juni, at hon ger seg til reiðar at útihúsa veitarum av 5G-útgerð frá ávísum londum.
Sambært verjumálaráðfrúuni Trine Bramsen ynskir stjórnin, at Danmark – tá tað snýr seg um, hvussu viðkvæmt undirstøðukervi, sum telesamskifti, framyvir skal vera – skal samstarva við veitarar úr londum, sum Danmark frammandan er sameint við.
Trine Bramsen nevndi ikki ávís lond ella virki, men málið snýr seg jú serliga um Kina og Huawei, sum verður lagt undir at njósnast gjøgnum telenetini.
/ritzau/