Bretar skulu á fólkaatkvøðu at taka støðu til, um landið framhaldandi skal vera limur í ES, ella tað skal taka seg burtur úr samveldinum. Tað segði forsætisráðharrin, David Cameron, í einari røðu fyrrapartin.
Cameron segði, at framhaldandi limaskapur fer at geva bretum fleiri fyrimunir, og hann ávaraði um avleiðingarnar, um fólkið ger av at vraka limaskapin.
Hann segði, at høvuðssetningurin hjá tí konservativa flokkinum á parlamentsvalinum í 2015 verður at tryggja bretum ein betri sáttmála við ES. Ætlan hansara er so, at fólkaatkvøða skal verða um tann nýggja sáttmálan í seinasta lagi í 2017.
David Cameron var valla liðugur við røðuna, tá tann fyrsta viðmerkingin kom. Hon kom frá fronsku stjórnini, sum gjørdi greitt, at ætlanin hjá Cameron um fólkaatkvøðu um ES-limaskapin er eitt hættisligt stig.










