Bretland eigur at fara burtur úr Evropasamveldinum og heldur royna at fáa sær eitt annað slag av samstarvi við samveldið. Tað sigur fyrrverandi ES-nevndarformaðurin Jaques Delors (myndin).
-Bretar hugsa bara um egin búskaparlig áhugamál og einki annað. Teir kunnu fáa tilboð um eitt annað slag av samstarvi, sigur Delors við niðurlendska blaðið Handelsblatt.
Meiningakanningar í Bretlandi hava víst, at meirilutin er fyri at fara burtur úr ES. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sigur, at hann er framvegis fyri limaskapi, men at Bretland eigur at fáa møguleikan at sleppa undan týðandi avtalum.
Jaques Delors var formaður í ES-nevndini í trimum skeiðum millum 1985 og 1994.