Bretar í donskum skúla

Sammett við enska liðið, sum Føroyar smurdu av fyri tveimum árum síðani, er framgongdin ikki bara stór

Hon er risastór. Nú Stórabretland skal verða vertur fyri olympisku leikunum um fýra ár, hava bretarnir nevnliga gjørt nógv fyri at styrkja um ítróttagreinina, sum nærum ikki fanst í landinum áður. Soleiðis fekk enska hondbóltssambandið fyri tveimum árum síðani avtalu um, at 15 kvinnur og 15 menn sluppu á ítróttacollege í Aarhus, har tey ganga á hondbóltslinjuni. Seks av hesum næmingum eru í dag á enska landsliðnum, og hartil verður eisini roynd at styrkja liðið við naturaliseraðum spælarum, og tí er talan í dag langt ífrá um sama walk-over, sum tað var fyri tveimum árum síðani hjá føroyska liðnum.