Bretar byrja at vaksinera

Í Bretlandi eru heilsumyndugleikarnir komnir so mikið langt við fyrireikingunum til at vaksinera fólk ímóti krímsjúkuni H1N1, atætlandi verða tey fyrstu vaksinerað seinni í hesari vikuni.

Higartil eru meiri enn 100 bretar deyðir av H1N1. Teirra millum var ein 17 ára gomul genta í Skotlandi, sum var við barn.

Eins og í øðrum londum hava heilsumyndugleikarnir í Bretlandi gjørt av, at heilsuveik og fólk við varandi sjúkum skulu vaksinerast fyrst, og at aftaná koma starvsfólk í heilsuverkinum og løgregluni.

Men málið hjá myndugleikunum er at vaksinera allar bretar, skrivar Reuters.