Bretar bjóða nýggj øki út til oljuleiting

3. útbjóðing í Føroyum bíðar eftir endaligari viðgerð í tinginum

Um somu tíð sum 3. útbjóðing á føroyska landgrunninum liggur og bíðar eftir endaligu viðgerðini í løgtinginum leggja bretskir vinnumyndugleikar nú út við tí 25. útbjóðingini á bretska landgrunninum. Eitt øgiligt tal av teigum, 2.297 verður boðið út og verður hetta tikið sum tekin um, at bretar helst síggja, at oljufeløg raðfesta bretska landgrunnin hægri og gera sítt til at gera fund, sum aftur kunnu gera stóra bretska eftirspurningin eftir olju og gassi minni heftan av útlandinum í framtíðini. Útbjóðingin fevnir eisini um fleiri teigar, sum vórðu latnir í 2007 men sum oljufeløg ikki hava gjørt nakað við og tí eru endaðir aftur hjá myndugleikunum. Bretar hava sett feløgunum strangari krøv um tíðina tey hava til at búna loyvi til boring men hava samtíðis eisini givið feløgum, sum veruliga vilja nakað fyrimunir skilst. Bretski orkumálaráðharrin, John Hutton sigur, at nýggja útbjóðingin fevnir eisini um øki, har oljuleiting ikki hevur verið áður, eitt nú vestan fyri Hebridurnar. –Hetta skal skiljast sum at vit veruliga hava eitt ynski um, at allur landgrunnurin verður kannaður fyri at økja um kolvetnisgoymslurnar sigur Hutton við North Sea Lettter. Freistin at lata inn umsóknir er 21. mai.

 

3. útbjóðing í Føroyum

Í Føroyum verður í løtuni bíðað eftir, at uppskotið til 3. útbjóðing kann vera endaliga avgreitt. Tað var til 1. viðgerð í tingimum, áðrenn løgmaður gjørdi av at skriva út val. Nú liggur tað so í nevnd og bíðar eftir at verða endaliga samtykt. Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi sigur seg vóna, at uppskotið skjótt kemur aftur á tingborð, soleiðis at teir kunnu lata loyvisumfarið upp fyri oljufeløgunum. Valið hevur so seinkað hesum nakað men stjórin í Jarðfeingi heldur ikki, at hetta fer at skaða útbjóðingina. Bara hon kann fáast av bakkastokki í næstum, so skuldi borið til at almannakunngjørt útbjóðingina skjótast, soleiðis at feløgini kunnu fáa endaliga fráboðan í summar ella í heyst. (Jan)