Bresturin í Beirut søguliga stórur

Telist millum størstu mannagjørdu spreingingar, ið ikki eru frá kjarnorku

Serfrøðingar vijla nú vera við, at bresturin í Beirut í august mánaði er ein av størstu brestum í søguni, sum ikki er frá einari kjarnorkuspreinging.

Eitt lið úr Sheffield University metir, at bresturin svaraði til um 500 tons av TNT, og at evstamarkið fyri metingini er 1,1 kilotons, sigur BBC.

Hetta merkir, at bresturin er áleið ein tólvtapart av brestinum frá kjarnorkubumbuni í Hiroshima í 1945.

Sam Rigby, doktari, ið er partur av liðnum frá Sheffield University, metir, at bresturin telist beint uttan fyri 10 teir størstu mannagjørdu brestirnar í søguni, sum ikki stava frá kjarnorkuspreingingum.

Liðið úr Sheffield hevði kortlagt, hvussu trykkaldan frá spreingini spjaddi seg um Beirut, og við úrslitunum ber til at tryggja bygningar og annað betri móti spreingingum í framtíðini.

Spreingingin 4. august í ár stóðst av, at tað festi í 2,750 tons av ammonium nitrati, ið ikki var goymt á rættan hátt.

Um 190 fólk lótu lív í brestinum, og fleiri enn 6000 fingu løstir.