Fiskivinna
Uppundir endan av hesi vikuni hava tvey skip landað í Sørvági.
Brestir var inni í gjár við umleið 60.000 pundum av kongafiski.
Á heimasíðuni hjá Jóannis Nielsen verður upplýst, at Brestir, sum hevur roynt vestanfyri, byrjaði túrin hin 20. mars.
Ætlandi loysti Brestir aftur í Sørvági í gjárkvøldið.
Línuskipið Venus hevur hendan túrin verið undir Íslandi, og sambært heimasíðuni hjá Jóannisi Nielsen vóru teir á Sørvági tíðliga í gjárkvøldið.
Venus, sum byrjaði túrin hin 14. mars, hevði umleið 100.000 pund, nú teir komu undan Íslandi.
Tað er Landingarmiðstøðin í Sørvági, sum landar og avgreiðir skip og bátar.










