Brestir kom á Sørvág í gjárkvøldið, teir hava landað til Landingarmiðstøðina í Sørvági í dag, teir høvdu 130 tons, meginparturin var upsi. Brestir fór til fiskiskap 26. mai, hendan túrin hava teir roynt vestanfyri.
Brestir fer seinni í vikuni til Eystur-Grønlands at fiska av føroysku kvotuni, teir kunnu fiska tosk, svartkalva og kongafisk, væntandi fara teir at gera tríggjar túrar við Grønland í summar.
Annars verður sagt frá Landingarmiðstøðini, at í dag hava fleiri snellubátar og línubátar avreitt í Sørvági og Miðvági.










