Brestir gjørdi góðan túr

Brestir kom á Sørvág um 8-tíðina í gjárkvøldið, teir høvdu tilsamans 150-túsund pund, harav vóru 60-túsund pund upsi og 60-túsund pund svartkalvi. Teir landaðu upsan og rutið til Landingarmiðstøðina í Sørvági, tá ið liðugt var at landa um middnáttina, fóru teir til Scrabster við svartkalvanum, har teir fáa góðar 24 kr/kg fyri svartkalvan, teir landa í Scrabster leygarmorgunin.

Brestir byrjaði túr 10. februar, teir royndu fyrst vestanfyri eftir upsa, fluttu síðani eysturum, har teir hava roynt eftir svartkalva.

Væntandi verður veiðan seld fyri tilsamans 1 millión. Tað eru 9 mans við Bresti, manningarparturin við frítiðarløn fer at liggja um 35.000 kr.