Brennivínslýsing í sjónvarpinum

Í HM-sendingunum hevur Kringvarp Føroya havt brennivínslýsingar í sjónvarpinum. Slíkar lýsingar eru bannaðar í Føroyum.

Kringvarp Føroya hevur í sínum HM-sendingum í sjónvarpinum lýst við øli, snapsi og brennivíni. Hetta hendir, tá teir samsenda við TV2 frá HM í fótbólti. Tá hálvleikur er í dystinum, vísir TV2 lýsingar, og eru nakrar av hesum lýsingar fyri rúsdrekka. Sjónvarp Føroya samsendir við TV2 og hava tí eisini víst hesar lýsingar. Men, tílíkar lýsingar eru bannaðar í Føroyum.

 

Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum sigur, at hetta er ein avleiðing av, at teir samsenda við TV2.

 

- Vit hava sjálvandi ikki loyvi at senda tílíkt, men hetta kann henda, sigur hann við in.fo. Hann sigur víðari, at teir kundu havt onkran sitandi á vakt, at ansa eftir tílíkum, men tað hava teir valt ikki at gera.

 

Spurdur, um tað ikki hevði verið eitt hugskot, at Kringvarpið seldi og sendi føroyskar lýsingar í hálvleikinum, sigur Dia Midjord, at tað hevði verið heldur torført, at samkoyrt føroysku lýsingarnar við donsku hálvleiksinnsløgini. Og aftur, at so mátti onkur sitið á vakt og trýst á play og stop.

 

- Onkur hevur gjørt okkum vart við hetta fyrr í dag, so nú vita vit av tí. Vit mugu tí royna at lúka út framyvir og gera tað, vit kunnu, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri, at enda.