Brennivargurin úr Sullom Voe

Tórbjørn Jacobsen

 

 

Tað sum líktiskt einum sjálvkravdum sólkongi fyri sløkum fýra árum síðani er nú mest átøkt einum politiskum brennivargi. Hetta er ikki ókent fyribrigdi, táið niðurteljingin er byrjað. At menn taka alla skipanina við sær í fallinum. Sambært Sosialinum reikar Eidesgaard runt í norðurhøvum í løtuni, og leitar eftir sær sjálvum, ella flokkinum, sum hann einaferð var formaður fyri. Har eru lætnir so nógvir fólkafloksbollar og stúgvingur í soðið, í verandi valskeiði, at tað tynnist ikki aftur. Helst skal útsøgn hansara skiljast soleiðis, at hann er komin í eina politiska samleikakreppu. Soleingi hendan krisan stendur uppá, er ikki ráðiligt, at hann umboðar føroysk samfelags áhugamál. Tað er staðiliga prógvað fleiri ferðir meðan hetta fólkaflokslandsstýrið hevur sitið undir hansara pseudoleiðslu.

 

Maðurin skrivar undir alt sum fyri hondina rekur. Treytaleyst. Krøv og samráðingartreysti er ein bygd í Sibiria. Uttanríkispolitiska heimildarlógin og yvirtøkulógin eru bestu dømini. Fogh og Møller smoygdu hendan nýkolonialistiska hamin niður yvir herðar hansara sum eitt endaligt danskt konsept. Tað var ikki so frætt at blóðið ornaði. Heldur ikki táið teir vendu honum á gáttini í stjórnarbygninginum á Sláturhólmanum á sinni, tí at endurskipaði valdsleistur teirra mótvegis Føroyum ikki var liðugt snikkaður til, til undirritingar. Grønlandssáttmálin, eitt samankók av tí sum longu var galdandi ímillum londini frammanundan, - ein tóm media stand-up comedy. Íslandssáttmálin er annað dømið. Ein kladda sum lá úti í Tinganesi á vári 2004. Arvur eftir fullveldislandsstýrið. Skrivað var undir í óðum verkum, hóast politiska inkubatiónstíðin ikki var gingin, og skilið er hareftir. Napoléon tapti slagi við Waterloo orsakað av darvandi gylliniæðrum – hæmorroidum – hann fekk ikki sitið á rossinum. Eidesgaard er farin at líkjast eini endurtøku av hesi tragediuni.

 

Táið føroyingar fóru undir at leggja kolvetnisviðurskiftini í lóg, gjørdist bryggjukanturin eitt høvuðstema. Meiningarnar vóru ymiskar. Marknaðarkreftir versus protektionismu. Skuldi kolvetni verið undir Føroyum, so stendur í hvussu er tað eftir, at júst hendan ásetingin kundi verið brúkt sum trumfur í eini samráðing við konsessiónshavararnar í føroyskum øki. Tvs,. at ynsktu oljufeløgini framleiðsluna í land aðrar staðir, eitt nú í Sullom Voe, so mátti nýtt samráðingarumfar til, um føroyska partin av ágóðanum. Tey kendu fyritreytirnar táið loyvið varð latið, tí hevði tað neyvan komið óvart á hesar internationalu oljurisarnar, at matrikulhavarin og lóggevarin á økinum, tók málið uppaftur, um fyritreytirnar broyttust munandi, sum í hesum førinum við bryggjukantinum.

 

Nú er løgmaður aftur volaður. Suðuri í Hjaltlandi. Sjálvt um hann sat við kleyvar frúgv í hondini. Teir hava hildið honum til, á eini Energy from the Edge ráðstevnu. Hann hevur virkað sum eitt slag av stuntmanni, skilst. Virkaði hann sum slíkur vegna seg sjálvan ella fyri Javnaðarflokkin, so var tað sínar sakir, trupulleikin er bara, at hann gøllheldur áhugamálini hjá eini heilari tjóð, táið hann ferðast kring heimin í leitanini eftir sínum egna politiska identiteti.

 

Nú hevur hann vegna Føroya Landsstýri lovað hjaltlendingum høgt og heilagt, at komandi kolvetnisframleiðslan undan Føroyum skal í land í Sullom Voe. Sagt á eini vísindaligari kongres, tá bindur borðið. Í hvussu er soleingi viðkomandi situr sum kolonibestýrari í landinum. Okkara spurningur er, hvør ið hevur blástemplað hendan nýggja politikkin. Hevur hann politiskan dekning í Fólka- og Sambandsflokkinum fyri hesi nýggju leið andvegis føroysku kolvetnislógini? Vórðu Kaj Leo og serliga Jørgen tiknir í eið, áðrenn hann slepti sær av við ein hin besta samráðingartrumfin føroyingar hava í mun til professionellu oljufeløgini, sum virka í okkara øki? Hitt hugskotið, um at brúka tíggjund av kolvetniságóðanum til gransking í varandi orku er skilagott, men hví gleppur hetta manni av munni uttanlands, uttan nakra sum helst viðgerð í politisku skipanini í forhond?

 

Nú Jóannes Eidesgaard er farin at spæla hazard við føroysku tjóðarvirðunum, er tíðin komin, at onkur intervenerar. Maðurin má setast frá valdinum skjótast gjørligt, áðrenn húsini brenna, og login stendur í loft, eins og úr stóru skorsteinunum í Sullom Voe. Kanska átti Løgtingið at sýtt honum útferðarloyvi higani og til valskeiðar enda, bara fyri at eitthvørt skal vera at brúka valdið til, eftir at Fólkafloksregime undir hansara leiðslu umsíður fer til hús, seinast 19. januar 2008. Vit hava í hvussu er ikki brúk fyri at hava ein desillusioneraðan politiskan brennivarg gangandi leysan, hvørki í Sullom Voe ella aðrar staðir uttanvert landoddarnar. Tíansheldur í Føroyum.