Brennistøðin í Leirvík og í Havn eiga at leggja saman

?Vit eiga at kanna møguleikan fyri at leggja brennistøðina hjá IRF og tað í Havn saman, sigur Schumann Hjaltalin, formaður í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býráð

Burturkast

? Nú á døgum verður tosað nógv um leggja kommunur saman. Hví so ikki eisini leggja kommunalar felagsskapir saman.
Tað heldur Schumann Hjaltalin, formaður í Heilsu- og umhvørvisverndini hjá Tórshavnar Býráð.
Hann sigur, at eins væl og kommunur verða sjóðaðar saman, átti eisini kommunalir felagsskapir eisini at verðið sjóðaðir saman, hóast tað gongur tvørtur um kommunumark.
Tað, hann hugsar um í hesum føri, eru teir báðir renovatiónsfelagsskapirnir, Interkommunali Renovatiónsfelagsskapin í Havn, sum hevur sína brennistøð á Sandvíkahjalla og IRF, sum umfatar restina av landinum og sum hevur brennistøð í Leirvík.
?Við tað, at vit hava tveir renovatiónsfelagsskapir í landinum, hava vit eisini tvey av øllum, sum hoyrir til. Vit hava tvær fyrisitingar, tvær brennistøðir og hvør felagsskapurin ger sær eisini sínar egnu kanningar og royndir, sum hin parturin ikki fær gagn av og tískil má gera umaftur.
?Tí haldi eg, at tað hevði verið skilagott at tikið stigið fult út og lagt báðar felagsskapirnar saman í ein felagsskap.
?Hesin felagsskapur kundi ikki bara staðið fyri at burturbeina rusk, men kann kundi umsitið alt, sum eitur umhvørvisvernd í landinum og savna tað undir sama hatti.
Schumann Hjaltalin sigur annars, at báðar brennistøðirnar hava havt eitt fyrimyndarligt samstarv, har brennistøðirnar hava ?hjálpt? hvørjum øðrum. Brennistøðin í Havn hevur brent rusk fyri IRF, tá ið tað hevur staðið á og somuleiðis er alt jarn ført til Havnar. Hinvegin er spillolja úr Havn farin til IRF at verða burturbeind, fyri at nevna eitt dømi.
? Men eg dugi ikki at síggja nakra meining í, at báðir renovatiónsfelagsskapirnir gera íløgur í sama endamál.
Eitt nú er IRF farið at skilja rusk í Leirvík.
?Kann skiljiskipanin hjá IRF nøkta tørvin í øllum Føroyum, er tað meiningsleyst at Tórshavnar kommuna eisini fer at brúka pening til eina skiljiskipan.
?Einasta rætta loysnin hevði verið um vit samstarvaðu um alla burturbeining av ruski. Eitt nú kundi IRF eisini skilt rusk úr Tórshavnar Kommunu og so kundu vit brent fyri IRF, ella okkurt sovorðið.
?Kunnu vit samstarva um alt hetta øki, er tað ikki annað enn natúrligt, at vit taka stigið fult út og leggja báðar felagsskapirnar saman í ein.

Ovurhonds ábøtur
Schumann Hjaltalin sigur, at bæði brennistøðin hjá IRF og tann í Havn eru við at koma upp í árini og standa fyri sera stórum ábótum, eitt nú fyri at lúka tey nýggjastu umhvørviskrøvini um, hvussu nógv av skaðiligum evnum tað er loyvt at lata út í natúruna við royki og øðrum.
?Hvat brennistøðini í Havn viðvíkur, verður talan um útreiðslur fyri einar 100 milliónir.
? Tí eiga vit at kanna, um tað ikki er rættast at byggja eina nýggja, felags brennistøð, heldur enn at gera
tvær gamlar ístand, ella at hvør felagsskapur aftur byggir hvør sína nýggja brennistøð.
Hann heldur, at tað eiga at vera stórir fyrimunir í eini samanlegging.
?Eitt er, at utreiðslurnar tililøgur og rakstur fara uttan iva at lækka, tí tað fer at bera betri til at samskipa íløgur og rakstur í einum stórum felagsskapi.
Men nú kommunur verða lagdar saman, kann tað eisini henda, at kommunur, sum eru uppi í IRF fara at leggja saman við Tórshavnar Kommunu og so verður máað burturav grundarlagnum undir IRF.
? Tað er ongin orsøk til at tvíhalda um tveir felagsskapir, tá ið politiska rákið gongur hinvegin, tvs. ímóti samanlegging í størri og størri mun.
Formaðurin í Heilsu-og umhvørvisverndini sigur, at umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu er nú farin at kanna, hvussu samstarvið ímillum teir báðar renovatiónsfelagsskapirnir í landinum virkar.
Somuleiðis skal umsitingin kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at víðka samstarvið og Schumann Hjaltalin væntar at fáa eina frágreiðing um tað, áðrenn langt um líður og tá ber til at fara víðari við málinum.