Burturkast
Á hvørjum árið um várið leggur Brennistøðin stilt í eina viku ella tvær. Hetta tí støðin krevur árligar umvælingar.
Í ár legði Brennistøðin so aftur stilt. Hesaferð í seinastu viku.
? Vit leggja stilt á hvørjum árið í februar ella mars mánaða, sigur Mikkjal Absalonsen, rakstrarleiðari á Brennistøðini á Hjalla.
? Í ár gjørdu vit tað so í seinastu viku, og er hetta orsøkin til, at tað kann tykjast eitt sindur fult her uppi. Tað er skjótt, so hópar alt burturkastið seg upp. Vit fáa millum 50 ? 60% av burturkasti inn um dagin, so tað er ikki smávegis. Men tað er longu minkað nógv, og fer eisini at minka meira hesa vikuna og komandi viku.
Merkja høgtíðirnar
Ruskið minkar skjótt aftur, og um hesa ársins tíð er ikki so nógv rusk. Eisini kavaveðrið hevur sítt til, at ruskið ikki er so nógv, sum kanska aðrar dagar á árinum.
? Nú fer tað at minka rættiliga nógv, men so um eini tvær vikur, so fer tað helst at vaksa aftur, tí tá koma páskirnar, sigur Mikkjal Absalonsen.
Tað merkist ikki bert tá tað eru páskir, men eisini tá aðrar høgtíðir eru, tí tá er altíð meira rusk enn vanligar dagar.










