Brennistøðin á Hjalla gavst at brenna leygarmorgunin, og tey hava ikki tikið ímóti ruski síðani seinasta mikudag. Orsøkin er, at umvælingar verða gjørdar á múrverkið í ovninum. Hetta er nakað, sum verður gjørt einaferð um árið vanliga. Onkuntíð hevur tað verið oftari. Frá brennistøðini verður sagt, at hetta er eitt arbeiði, sum ein má vera varin við. Tí tað krevur sína tíð til uppturkingar, og tað hevur tikið longri tíð hesuferð enn vanligt. Og tí verður brennistøðin ikki opin aftur fyrr enn hósdagin.
? Um alt gongur sum tað skal, so vænti eg, at vit kunnu brenna aftur sum vanligt hósmorgunin ella einaferð hósdagin, sigur stjórin á brennistøðini.
Men tað sigur seg sjálvt, at nógv rusk hevur hópað seg upp dagarnar, meðan tikið hevur verið ímóti, men ikki brent. Og tí kann væntast, at tað verða langar bíðirøðir teir fyrstu dagarnar. Stjórin væntar, at øll næsta vika eisin fer at ganga, áðrenn rættlag er komið í aftur. Og hetta hevur eisini við sær, at tað ikki fer at lata seg gera at taka ímóti ruski aftur fyrr enn mánadagin. Men frá Brennistøðini verður tó sagt, at tey taka ímóti organiskum ruski frá størri fyritøkum ella stovnum.
? Tað mugu vit royna at gera, tí tey noyðast at sleppa av við teirra rusk, sigur stjórin. Men hann leggur dent á, at tað fer at verða rættuliga trongligt ta fyrstu tíðina eftir, at tey lata uppaftur. Tað hava royndirnar frá undanfarnum árum eisini víst. Tey eru greið yvir tað á brennistøðini, men tílíkt arbeiði má og skal gerast, og tá er onki annað at gera enn at steingja støðina, meðan arbeiðið verður gjørt.