Greinin snúði seg um, hvussu eitrandi roykurin frá brenniovnum er, serliga fyri børn og ung. Til dømis kann sigast, at ein brenniovnur er 500 til 800 ferðir so eitrandi, sum ein oljufýring. Avleiðingarnar eru m.a. astma, kyknubroytingar, millumoyrnabruni, roykjaralungu, krabbamein, viknað mótstøðuføru og defektir á nervaskipanina.
Sjálvandi haldi eg, eins og nógv onnur, at tað er hugnaligt at sita framman fyri einum logandi og hugnaligum eldi í ovninum, men gleðin kann gerast stokkut, nú tað er staðfest, at hetta er so eitrandi fyri okkara børn.
Í Kalifornia hevur senatorurin Arnold Schwarzenegger sett fleiri forboð móti brenniovnum við tí grundgeving at teir seta mannalív í váða. Í grannalondunum hevur eitt nú Hvidovre kommuna sett forboð á ávísum støðum og ymsar árstíðir, tí astmasjúklingar fingu oftari herindi, enn vanligt.
Eg haldi, at Tórshavnar Kommuna skal ganga undan at hava eitt sunt umhvørvi. Mítt uppskot er, at frá eitt nú 2010 skal bara vera loyvi at brúka brenniovnar í desember mánaði. Í longdini kundi verið talan um fullkomuligt forboð fyri brenniovnum í Tórshavnar Kommunu.