Brennifløgur

Talgild avrit eru ein brennandi spurningur í dagsins samfelag. Bæði fyri leik og lærd, málsliga eins og rættarliga.

 

Í nýggjasta brævinum frá málnevndini ?Orðafar?, verður orðið brennifløga nevnt. Hetta snøgga orðið skal fevna um tað, sum á donskum nevnist ?brændbar CD?.

Fílst verður ? og tað av røttum ? á, at danska orðið verður nýtt í føroyskum. Til dømis verður sagt í eini lýsing, at ?tíggju brennbarar fløgur kunnu fáast fyri so og so nógvar krónur?. Í staðin verður skotið upp at siga ?brennifløgur?. Snøgt og munnrætt.

Men um dagarnar mundi brenna nakað hart á í báðum telduborðum hjá einum dana á Vestursælandi.

Hann varð í vikuni ákærdur fyri at hava brent ikki færri enn 62.000 teldufløgur við ólógligum ritbúnaði. Teldutøki brennivargurin kann sum ongan ting vænta at fáa 630 milliónir í endurgjaldskravi frá teim fyritøkum, sum eiga telduforritini og ?spølini, sum vórðu avritaði á teim mongu brennifløgunum.