Brennievni økir munandi um innflutningin

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár er innflutningurin munandi størri enn hann var í fjør. Høvuðsorsøkin til tað er, at olja og bensin er blivið so dýrt

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár var innflutningurin 3.007 milliiónir krónur. Tað eru 89 milliónir minni enn enn somu tíð síðsta ár.

Tað upplýsir Hagstovan á sínari heimasíðu.

Men verða skip og flogfør ikki tald upp í, er innflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar í ár 2.994 milliónir krónur aftur ímóti 2.892 milliónum síðsta ár. Tilsamans er innflutningurin sostatt minkaður 3%, men verða skip og flogfør ikki tald við, er talan um ein vøkstur á 4%

Nógv størsti vøksturin er í innflutningi av brennievni, har innflutningsvirðið er 42% hægri í ár enn tað var í fjør. Haraftur ímóti eru nøgdirnar tær somu, so tað eru príshkkingarnar, sum elva til, at innflutningsvirðið veksur so nógv. Hinvegin gera seinkingar í skrásetingini av innflutningi av brennievni, at vøksturin er uppaftur størri enn Hagstovan higartil hevur mett hann, sigur hon.

Tilfar til annan ídnað er eisini eitt sindur størri enn sama tíðarskeið síðsta ár, men í øllum øðrum bólkum er talan um eina minking

Hagstovan sigur eisini, at nøgdin av gassolju og brenniolju sum er innflutt seinastu 20 árini, hevur verið rættuliga støðug.

Hyggja vit at virðinum av oljuni sum er innflutt, síggja vit at virðið fram til 1999 eisini lá rættuliga støðugt, meðan virðið síðan er vaksið munandi. Vøksturin hevur verið í trimum umførum, frá 1999 til 2001, 2003 til 2006, og so aftur nú. Tilsamans er virðið av innflutninginum er í dag meir enn fimm ferðir størri enn tað var í 1989, meðan nøgdirnar eru ein triðing størri.