Forsetin í palestinska fótbóltssambandinum heitir á palestinar um at brenna allar myndir og draktir av Lionel Messi, sum tey eiga.
Orsøkin er, at Argentina sunnudagin skal spæla landsdyst móti Ísrael í Jerusalem.
- Vit heita á øll um at brenna myndir og draktir, sum bera hansara navn, sigur Jibril Rajoub, forseti í palestinska fótbóltssambandinum, sambært Reuters.
Øði er spunnin í palestinar, eftir at Ísrael hevur flutt vinardystin móti Argentina úr Haifa til vestara partin av Jerusalem. Palestinar ynskja sær eystara partin av Jerusalem sum høvuðsstað.
- Ísraelska stjórnin nýtir dystin sum eitt politiskt amboð. Júst sum fráboðað í argentinskum miðlum, skal dysturin spælast fyri at hátíðarhalda 70-ára degin hjá Ísrael, skrivar Jibril Rajoub í einum brævi til forsetan í argentinska fótbóltssambandinum, Claudio Tapia.
Hann er eisini farin í herferð móti Lionel Messi, tí hann er serstakliga væl umtóktur í arabiska og muslimska heiminum.
- Vit fara at venda okkum til hansara persónliga og vit heita á fólk um at brenna myndir av honum og draktina hjá honum. Og taka frástøðu frá honum. Vit vóna framvegis, at Lionel Messi ikki møtir til dystin, segði Jabril Rajoub á tíðindafundi av Vestara Áarbakka.
Hetta er seinasti venjingardysturin hjá Argentina áðrenn HM. Teir spæla fyrsta dystin í HM-endaspælinum 16. juni móti Ísrael. Hini liðini í bólkinum eru Kroatia og Nigeria.









