Brennandi heitir hoyvíkingar hótta

H71 er nú bara tvey stig aftanfyri VÍF í beinhørðu kappingini um seinna FM-finaluplássið - hetta hóast teir hava leikt tveir dystir færri enn VÍF. Hetta gjørdist greitt í kvøld, eftir at H71 á heimavølli vann 34-24 á Team Klaksvík.

 

H71 sat á øllum og streyk avstað næstan alt fyri eitt. Seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki vóru hoyvíkingar yvirlegnir og vunnu ta løtuna 8-2, soleiðis at teir kundu fara til hálvleiks á odda 20-11.

 

Frá byrjan í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram og H71 bara økti um leiðsluna. Um miðjan seinna hálvleik var H71 á odda 32-18, men tá dovnaði heimaliðið nakað og loyvdi klaksvíkingum fleiri løtt mál. Sigurin hjá hoyvíkingum var tó ongantíð í vanda og vunnu teir at enda 34-24.

 

H71 er nú bara tvey stig aftanfyri VÍF í stríðnum um at vinna sær atgongd til FM-finaluna saman við KÍF, og hava teir eisini leikt tveir dystir færri enn vestmenningar. Við tapinum er Team Klaksvík framvegis á einum deildum 5. plássi saman við StÍF.