Brenna 22 tons meira um døgnið

Útbyggingin av Brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti er um at vera liðug og í løtuni verður øll støðin royndarkoyrd fyri at tryggja, at alt er, ið tað skal vera. Og í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum fegnast IRF longu um nýggja ovnin, ið aftur brennur við fullari styrki. Mett verður, at hann brennur í miðal 22 tons meira um døgnið enn gamli ovnurin.


- Áðrenn farið var undir stóru umvælingar í februar, brendi IRF í miðal 56 tons um døgnið. Í løtuni verða í miðal 78 tons brend um døgnið. Av rusknøgdini, sum varð ballað og løgd á goymslu, meðan støðin lá still,  eru 1.700 ball longu brend, skrivar IRF í tíðindaskrivinum.


Royndarkoyringin av nýggju Brennistøðini byrjaði 2. juli og fevnir um tríggjar mánaðir. Um alt gongur eftir ætlan hesar mánaðirnar, so verða nýggi ketilin og tilhoyrandi skipanir handaðar IRF frá felagnum Boilerworks fyrst í oktober.


Í tíðindaskrivinum verður eisini víst á, at tað er í tøkum tíma, at brennistøðin bleiv útbygt, tí góða gongdin í samfelagnum leggur trýst á virksemið.


- At gongd er í samfelagshjólunum, sæst í stóran mun aftur í høgu nøgdunum av burturkasti, ið dagliga koma inn til IRF. Hóast vit støðugt arbeiða við at endurnýta alsamt meira og at leingja um lívsringrásina á vørum og tilfeingi, eru tað sera stórar nøgdir av burturkasti, ið skulu brennast. Sostatt var tað í tøkum tíma, at kapasiteturin á Brennistøðin varð øktur, skrivar IRF.


Tað er serliga frá byggivinnuni, at IRF sær eina øking í nøgdunum av burturkasti, og hevur man tí sett skjøtul á arbeiðið at byggja eina nýggja móttøkuhøll til brennistøðina, ið skal betra um møguleikarnar hjá vinnuni at skilja burturkast.