Brendu 80 hús í grund

Nigerska forsetavalið nærkast, og Boko Haram økir um yvirgangin.

Tað er helst víðgongdi yvirgangsbólkurin, Boko Haram, sum nú hevur gíslatikið 60-80 fólk í Kamerun, í einari roynd at víðka um landaøkini, sum tey hava lagt undir seg.

Sambært tíðindastovuni, Reuters, vóru áleið 30 vaksin og um 50 børn tikin til gísla. Við tíðindastovuna sigur ein kamerunskur heryvirmaður, at teirra hernaðarstyrkir vóru í skotbardaga við Boko Haram í tveir tímar.

Ein framsøgumaður fyri kamerunsku stjórnina váttar álopið, men kann ikki við vissu vísa á júst hvussu nógv fólk eru tikin til gísla. Hann er tó rættiliga vísur í, at tað er Boko Haram, ið hevur lopið á, og at brotsmenninir brendu áleið 80 hús niður í grund undir skotbardaganum.

Boko Haram hevur fyrst og fremst virkað í norðara partinum av Nigeria, men nú nigerska forsetavalið stendur fyri framman eru teir farnir at økja um yvirgangin, og eru eisini komnir niðan í Kamerun og Niger.

Álopið í dag kemur í kjalarvørrinum av hernaðarhjálpini, sum Tjad hevur veitt Kamerun í stríðnum við víðgongdu yvirgangsmenninir í Boko Haram.